Uppibornan 3-1 sigur ímóti Liktinstein

MYNDIR & FRÁSØGN: U15 dreingjalandsliðið í fótbólti leikti í dag seinna dystin ímóti Liktinstein á ferðin í Liktinstein.

Føroyar vann dystin 3-1, og var talan um ein greiðan og uppibornan sigur.

Greini heldur áfram undir myndini

Í mun til fyrra dystin, so var talan um eitt broytt lið í dag, við broyttar leikskipan 5-4-1.

Fyrri hálvleikur var sera javnur. Liðini bæði stríddust og royndu at skapa møguleikar, men teir vóru fáir í tali í fyrra hálvleiki. -Og teir møguleikar, sum vóru, áttu Føroyar.

Tá 32 min. vóru leiktir kom hol á, tá Hjarnar Johansen skoraði til 1-0. Hetta var eisini hálvleiksstøðan.

Greini heldur áfram undir myndini

Sum seinni hálvleikur leið vunnu Føroyar alsamt størri yvirvág. Mótstøðuleikararnir sóu troyttir út og gjørdu fleiri og fleiri mistøk. Eitt av hesum umsetti Óli Mittún til mál, tá hann vann bóltin frá einum miðverja hjá Liktinstein og fór fram við málverjanum og skoraði til 2-0. Hetta var í 63. minutti.

Tað, ið eftir var av dystinum, høvdu Føroyar fleiri stórar málmøguleikar. Men í staðin fyri at økja um leiðsluna, so var tað Liktinsteik, sum skapt eitt sindur av spenningi. Tá 3 minuttir vóru eftir vann Liktinstein bóltin á miðum vølli. Ferð var sett á og úr vinstru síðu endaði gott skot í málinum til 2-1.

Í minuttunum, sum dómarin legði afturat, fingu Føroyar eitt mál afturat, sum Rani Sørensen gjørdi.

Greini heldur áfram undir myndini

Dysturin endaði sostatt við einum uppibornum 3-1 sigri til Føroyar, sum vann báðar vemjingardystirnar ímóti Liktinstein.

Føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroyar sunnukvøldið.

Facebook viðmerkingar