Suðringar taptu 1-3 í Klaksvík

Suðringar spældu í dag seinasta útidystin í Betrideildini í kappingarárinum 2018. Dysturin var ímóti KÍ við Djúpumýru.

Dysturin endaði við einum 3-1 sigri til KÍ eftir hálvleiksstøðuna 1-1.

Jóannes Bjartalíð legði KÍ á odda tá 10 minuttir vóru farnir. Beint áðrenn hálvleik javnaði Pape Mamadou Faye til 1-1.

Í 54. minutti legði Óli Poulsen KÍ á odda 2-1. Og 10 minuttir seinni, í 64. minutti var tað Páll Klettskarð sum gjørdi tað til 3-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Komandi leygardag er seinasta umfar í Betrideildini í 2018. Tá taka Suðringar ímóti 07 Vestur við Stórá.

Facebook viðmerkingar