Nýggja Bakkafrost-virkið í Vági ígongd

Tíðindi

Seinastu vikuna hevur nýggja virkið hjá Bakkafrost í Vági verið royndarkoyrt og nú er framleiðslan rættiliga farin ígongd og eini 40 fólk eru farin til arbeiðis á virkinum.

Bakkafrost hevur annars higartil hildið til í einum minni leigaðu virkisbygningin á keiini í Vági, men seinasta árið hevur verið arbeitt við at umbyggja gamla Polarfrost til eitt nýmótans kryvjivirkið – og nú er so gongd komin á framleiðsluna.

Laksurin, sum verður kruvdur og pakkaður, er frá aliøkinum í Froðba og er talan um laks av sera góðari góðsku, eini 96% av laksinum er fyrsta floks vøra.

Við kei við Bakkafrost liggur Stígabrúgv, sum seinastu dagarnir hevur ført laks úr Froðba til Vágs. Stígabrúgv tekur umleið 40 tons og hava tey á virkinum seinastu dagarnir økt um framleiðsluna, soleiðis at 40 tons fara ígjøgnum um dagin. 

Í næstu viku kemur størri brunnbátur suður, tá verður framleiðslan økt, soleiðis at komið verður upp á umleið 80 tons um dagin.

Á aliøkinum í Froðba eru umleið 5.000 tons av laksi. Hetta førir við sær, at arbeitt verður á virkinum fram til fyrst í komandi ári, og so verður ein stígur í. Men nú laksur er settur út bæði á Vágsfjørði og Hovsfjørði, og Bakkafrost eisini hevur fingið Hvalbiarfjørð, er væntandi at arbeiði við tíðini verður meiri støðugt uttan mánaðarlangar steðgir.

Tórsdagin vitjaði borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm, á virknum, har John Nielsen, virkisleiðari í Vági, og Andrias Petersen, framleiðslu leiðari hjá Bakkafrost, tóku ímóti.

 

Facebook viðmerkingar