Ungdómshúsið bjóðar TB-legendum av

Eftir ein sigur á VB-kvinnunum í september hevur Ungdómshúsið í Vági valt, at fara útum bygdaøki, og hevur bjóðað ongum minni enn TB-legendum av til ein rimmar dyst við sjálvum Óla Johannesen á odda!

Ungdómshúsið skrivar, at dysturin ella skulu okur siga brakið kemur at standa týskvøldið 13. november kl 19:00 í Marghøllini í Vági.

Stuttligt hevði verið um TB-leikarar møttu upp í TB-troyggjum. Enn stuttligari hevði verið um nokk av fólki kom og hugdi!

Okkurt leskiligt verður at fáa, og stuðulin er altíð kærkomin.

Dysturin fer at vara 60 min, tvs 30 min hvønn veg.

Nevnast skal eisini, at hetta er síðsti stóri dysturin Ungdómshúsið fyriskipar í ár.

Facebook viðmerkingar