Eyðun, Kim & Terji á nýggjárinum í Vági

Fyrireikingarnar til Føroya størsta nýggjárshald hava verið ígongd í nakrar mánaðir og tekur skráin nú skap. Til dansin á nýggjárum spæla Eyðun, Kim & Terji.

Nýggjárshaldið í Vági er uttan samanbering størsta nýggjárshald í Føroyum. Nýggjárshaldið í Vági dregur hvørt ár fólk úr øllum landinum til Vágs og ikki minst uttan úr heimi. Í fjør vóru tað í øllum førum 9 ymiskir nationalitetir til Nýggjárshaldið í Vági.

Fyrireikingarnar til Nýggjárshaldið í Vági eru komnir undir land og eru við sera fegin um at kunna boða frá, at árið 2018 verður endað við manér, tá Eyðun, Kim & Terji fara á pall at spæla til nýggjársdansin í Vágs Høll

Á nýggjárinum gongur leiðin sjálvandi til Vágs!

Nýggjárshaldið í Vági – eitt minni fyri lívið.

Facebook viðmerkingar