Stór fótbóltskapping í Marghøllini 23. og 24. nov 2018

Í framúr góðu kørmunum í Marghøllini verður í vetur skipað fyri fleiri vetrarkappingum í fótbólti. Tann fyrsta verður vikuskiftið 23. og 24. november.

MARGHØLLIN Í VÁGI
FÓTBÓLTSKAPPING 23. & 24. NOV. 2018

KAPPING 1. VETURIN 2018/2019
KAPPINGAR FYRI GENTUR OG DREINGIR

U7 dreingir & U7 gentur árgangir 2012-2013.
4 leikarar á hvørjum liði. Øll luttakandi fáa heiðursmerkir.
Toppskjútti verður eisini heiðraður.

U9 dreingir & U9 gentur árgangir 2010-2011.
Øll luttakandi fáa heiðursmerkir.
4 leikarar á hvørjum liði. Toppskjútti verður eisini heiðraður.

U11 dreingir & U11 gentur árgangir 2008-2009.
1, 2, 3 fáa heiðursmerkir.
5 leikarar á hvørjum liði. Toppskjútti verður eisini heiðraður.

U13 dreingir & U13 gentur árgangir 2006-2007.
1, 2, 3 fáa heiðursmerkir.
5 leikarar á hvørjum liði. Toppskjútti verður eisini heiðraður.

U15 dreingir & U15 gentur árgangir 2004-2005.
1, 2, 3 fáa heiðursmerkir.
5 leikarar á hvørjum liði. Toppskjútti verður eisini heiðraður.

U17 dreingir & U17 gentur árgangir 2002-2003.
1, 2, 3 fáa heiðursmerkir.
5 leikarar á hvørjum liði. Toppskjútti verður eisini heiðraður.

Kvinnur & menn 2001 & eldri.
1, 2, 3 fáa heiðursmerkir.
5 leikarar á hvørjum liði. Toppskjútti verður eisini heiðraður.

Tilmelding kostar 50 kr. fyri hvønn leikara.
Tilmelding fer fram við at skriva seg upp her undir tiltakinum 1 kappingin.
https://www.facebook.com/groups/2204388503219305/
Tit melda lið til – Einstaklingar kunnu eisini melda til, so royna vit at fáa øll at spæla.

Pálshøll er vanliga opin fríggjakvøld fram til kl. 19, og opið er eisini leygardag.

Vit gleða okkum at síggja nógv børn og vaksin til kappingina.

Spurningar kunnu sendast til fyriskiparan:
Jón Pauli Olsen – Høvuðsungdómsvenjari FC S. á tlf. 277927 ella boð á facebook.

Facebook viðmerkingar