Gunnvá Arnfinnsdóttir útlærd hjá Vágs kommunu

Tíðindi

Vágs kommuna: Tann 31. oktober varð Gunnvá Arnfinnsdóttir útlærd í skrivstovulæru innan fyrisiting. Læriplássið var á kommunuskrivstovuni hjá Vágs kommunu.

Gunnvá byrjaði í skrivstovulæru á kommunuskrivstovuni 1. november 2016, og varð útlærd innan fyrisiting 31. oktober 2018.

Ónskvøldið í farnu viku var hátíðarløta fyri Gunnvá, har býráðslimir og familja hennara vórðu boðin við og handaði Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri eisini Gunnvá blómur og gávu.

 

Kelda: www.vagur.fo

Facebook viðmerkingar