Filmurin “Søgan um Ruth Smith” frumsýndur sunnudagin

Tíðindi

Sunnudagin 11. november verður frumsýning av heimildarfilminum Søgan um Ruth Smith, sum Árni Nicolajsen hevur leikstjórnað. Filmurin snýr seg um lívið, lagnuna og gátuføra deyða hennara. Frumsýningin verður í Miðlatúni í Vági.

Almenna frumsýningin verður kl. 19 sunnukvøldið 11. nov. í Miðlatúni í Vági og kunnu atgongumerkir keypast í Miðlatúni. Sýning verður eisini mánakvøldið kl. 19 og fáast eisini atgongumerkir til hesa sýningina í Miðlatúni.

Kostnaður 100,- kr.

 

Facebook viðmerkingar