Allahalgannakonsert í Vágs kirkju

Tekstlýsingar Tíðindi

Á sunnanfjørðsleiðum hava tindarnir verið hvítir ein dag í heyst.
Men, gamalt er, at verður lýtt á mortansmessu, verða jólini hvít.

Mortansmessudag kl. 17 hevur Kirkjukórið Ljómur sína árligu allahalgannakonsert.

Í ár er tað góði, gamli Jóannes Nolsøe, sum hevur leitað aftur til heimbygdina at stjórna kórinum.

Á skránni eru kórsatsir fyri blandað kór, tvísongur og urguspæl.

Konsertin er eisini offurgudstænasta. Enn sum fyrr er stóra hátíðarløtan, tá ið kirkjufólkið fer fram at offra, meðan kendi sálmurin “Nú hvítna tindar fjøllum á” verður sungin.

Facebook viðmerkingar