Pól F. 120 ár – eykakonsert

Í samband við, at Pól F. Joensen – Hargarskaldið – hevði fylt 120 ár sunnudagin 18. november, verður skipað fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum. Upprunaliga var ætlanin bert at hava ta einu konsertina. Áhugin var tó so mikið stórur fyri hesi konsertini, at tað eftir stuttari tíð varð útselt. Tí verður skipað fyri einari eykakonsert sama kvøld kl. 20.

At skipa fyri einum slíkum tiltaki, er rættiliga krevjandi – helst meira krevjandi, enn summir av fyriskiparunum góvu sær far frammanundan – og tí varð avgjørt at leita okkum stuðul ymsastaðni. M.a. varð rættiliga tíðliga í tilgongdini farið til Föroya Bjór, og tað er ikki ov nógv sagt, at góða vælvildin frá Föroya Bjór styrkti okkum í trúnni uppá, at vit kundu stápla eitt líkinda tiltak upp á beinini. Vit meta, at hetta hevur eydnast okkum, og vóna vit, at áhoyrararnir fara at halda tað sama.

Tað verður Hanus G. Johansen, sum saman við øðrum fer at spæla bæði nýggj og gomul løg til yrkingar hjá Pól F. – ‘Hanus & Aldubáran’ leggja fyri við spildurnýggjum útsetingum til higartil ókend løg hjá Hanusi. Eftir steðgin hugleiðir Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur, um Hargarskaldið, og endað verður við einum braki, tá Hanus, saman við einum rokkorkestri, mannað av fleiri af Føroya fremstu tónleikarum, fer at spæla teir meira kendu sangirnar, sum í dag eru at meta sum føroysk fólkaogn. Tiltakið verður um 2 tímar til longdar.

Atgongumerkjasølan til eykakonsertina gongur væl, og tey írestandi atgongumerkini fáast til keyps á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, www.nlh.fo.

Facebook viðmerkingar