Klintrimús lítli hann, er at undirdríva leikin!

Lesarin skrivar Tíðindi

UMMÆLI: Fyri einum ári síðani fór Suðuroyar Sjónleikarafelag av bakkastokkið við leikinum Suðuroyar Kabarettin, sum var nakað heilt stórt fyri eitt nýligani stovnað felag. Jeg skrivaði eitt ummæli tá og segði millum annað, hvussu jeg gleddi meg til nýggjar leikir, men ikki hevði jeg væntað, at støðið fór frá stórt til størri.

Í mínum ummæli tá, varð sagt, at tað var sum eitt snarljós úr einum bláum himli, at sjónleikur kom aftur til Suðuroyar, og eitt ár eftir má jeg líknandi siga, at tað blómar á hávetri!

Nógv kenna søguna um Klintrimús og Hini dýrini í Valbakkaskógini, og nógv børn eru óivað sungin í svøvn við løgum úr søguni, men fyri so at gera tað til ein leik, sum bæði hugtekur børn og vaksin. Tað er nakað heilt serstakt!

Heili 19 fólk eru við til at gera henda leikin veruleika og hava lagt nógva tíð og orku í, at skapa nakað sjáldsamt. Eina Suðuroyar útgávu av Valbakkaskógini, við dámi, skemti og álvara, sum merkir sinnalagið her suðuri.

Tað eru Hjálmar Dam og Nikolaj Falck, sum meistarliga hava leikstjórnað, og saman Atla Nielsen og Róa Einarsson sniðgivið serstaka pallin. Klæmint Isaksen fyri hugskotið og ”casting”.

Tað fyrsta ein varnast er, tann undranarverdi pallurin, sum so eggjandi togar teg inn í Valbakkaskógin. Í fyrsta eygnakasti, sær pallurin út til at vera fastbundin og statiskur, men hetta er Føroya fyrsta ringpallur. Næstan alt á pallinum kann mala runt ella flytast, so næstan, hvør partur í leikinum er eitt sindur øðrvísið. Hetta ger alt meiri livandi ímillum partarnir í leikinum og dynamikkin millum leikararnar.

Og ja, tú kanst líka ætla, Klintrimús situr høgt uppi í trænum og at omman fer á flog! Glansur í eygunum á børnunum og foreldrunum, meðandi tey gapandi eygleiddu leikin.

Tá ið sjónpallurin hevur togað teg inn í ævintýralandið, so eru tað leikararnir, sum mannlík skógardýr, blása sál inn í leikin. Frá Heidi Kjærbo, sum fitti Klintrimús, og músakenda Arni Johansen, sum Skógmús Mortan. Dynamiska duo’ið Harriet Niclasen og Sólfríð Bech, Bakarin Haruper og Bakaradrongurin. Otto Gram, sum alráðandi Bamsipól, og Rói Einarsson, sum stjelur alt ”showið”, við Mikkjali revi. Fyri at nevna nøkur, har nøkur trína fyri fyrstu ferð á pall.

Burtursæð frá, at ljóðgóðskan bilaði onkrastaðni, so er tað sovorðið, sum kann rættast ”hen ad vejen”, meðan leikurin samanumtikið, er á einum hugvekjandi og høgum støðið. Innsatsurin, klæðini, andlitssmyrsli og ikki minst pallurin, geva tær, hyggjaranum, eina frálíka, hugtakandi og ógloymandi ferð inn í Valbakkaskógin.

 

Jens Arni Leo Hammerfoss

Facebook viðmerkingar