Fótbóltssamstarvið í Suðuroynni endað

Í kvøld var fundurin, sum fótbóltsáhugaði í Suðuroynni og kring alt landið hava bíðað eftir – fundurin um framtíðina hjá fótbóltssamstarvinum í Suðuroynni.

Undan fundinum hevði TB boðað frá, at teirra aðalfundur ikki vildu spæla á øðrum heimavølli enn við Stórá. Men at teir annars vóru sinnaðir at halda áfram við samstarvinum, soleiðis sum tað hevur verið

FC Suðuroy hevur hinvegin samtykt á aðalfundi í februar, at skipast skuldi nýtt felags felag í javnbjóðis samstarvi, við felags nevnd og felags økonomi, og felags navn. Og at tað harumframt skuldi spælast á báðum støðum.

 

Onki at gera

Eftir fundin í kvøld fingu okur orði á Julius Vest, formann í FC Suðuroy, sum stutt staðfestir, at har var onki at gera. Umboðini hjá TB hildu fast um at spælast skuldi bara við Stórá. -Harumframt var ynski um javnbjóðis samstarv í felags liði, við felags nevnd og felags økonomi, felags navni heldur ikki gingin á møti. -Teir søgdu seg halda seg til aðalfundarsamstyktina, so har var onki at gera og er fótbóltssamstarvið í Suðuroynni nú farið í søguna.

Sum skilst á fundinum, so ynskti TB at bakka aftur til 2017, har fíggjarliga býtið millum feløgini var 60% til TB, 35% til FC Suðuroy og 5% til Royn (í mun til verandi 50%, 45%, og 5% í ár); og annars halda áfram at samstarva sum higartil og við tí kravi, at heimavøllurin bara var við Stórá.

 

Venda aftur til gomlu feløgini

Julius Vest sigur, at nú verður vent aftur til “gomlu feløgini” og at tey hvør í sínum lagi fara at fyrireika seg til komandi kappingarár. FC Suðuroy byrjar sostatt at kalla av nýggjum í 2. deild, men hesa avbjóðinga taka vit eisini við stívum armi, sigur Julius Vest, formaður í FC Suðuroy.

Facebook viðmerkingar