Møtir og bíbliutímar í Suðuroy

Í døgunum frá sunnudegi 18. til sunnudag 25. november 2018 fara teir fimm – Svenning av Lofti, Jógvan Páll Sevdal, Páll á Lakjuni, Hjørleif Vang og Poul Jóhan Djurhuus – at hava møtir og bíbliutímar í Suðuroy.

Møtini verða hesi:

Sunnukvøldið​18. nov. kl. 18​​í Bethel, Vági
Týskvøldið ​​20. nov. kl. 20 ​​í Salem, Tvøroyri
Mikukvøldið ​21. nov. kl. 20 ​​í Vitninum, Hvalba
Hóskvøldið ​​22. nov. kl. 20 ​​í Betania, Porkeri
Fríggjakvøldið​23. nov. kl. 20​​í Bygdarhúsinum í Lopra
Leygarkvøldið ​24. nov. kl. 20 ​​í Bygdarhúsinum í Lopra
Sunnukvøldið ​25. nov. kl. 20​ ​í Bygdarhúsinum í Lopra

Eisini er ætlanin at hava fýra bíbliutímar
leygardagin 24. november kl. 14-18 í Bygarhúsinum í Lopra.

Heitið á møtunum og bíbliutímunum verður: Trúgv, sum ikki er bert eiti.
Bíbliutímarnir vera úr Seinna Timoteusbrævi.

Fyri at vita, hvussu nógv koma til bíbliutímarnar, hevði verið gott, um tey, ið hava hug at vera við til hesar bíbliutímar, siga frá – antin við at ringja ella senda teldupost til:

Hjørleif Vang​tlf. 255390​​telduadr.: hg.vang@kallnet.fo ella
Páll á Lakjuni​tlf. 744404​​telduadr.: podl@olivant.fo

Á møtunum verða talur, vitnisburðir, solo- og felagssangur.

Teir fimm siga, at teir gleða seg til at vitja í Suðuroy – og bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin til møtini og til ein læruríkan og lívgandi seinnapart um orð Guds.

Facebook viðmerkingar