Hans Jacob Bech lagt seg á odda í sjavskappingini

14. nov. var 36. umfar í sjavs og hetta umfarið vunnu Hans Jacob Bech og John Jacobsen, og merkir hetta, at Hans Jacob nú er á odda í sjavskappingini við 3 stigum.


Úrslitið av 36. umfari var hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og John Jacobsen, 4 stig hvør

Nr. 2. Gudmund Poulsen og Birgir Skorastein, 3 stig hvør

Nr. 3. Kathrina Borgardal og John Nilssen, 2 stig hvør

Nr. 4. John Bech og Eyðolf Bech, 1 stig hvør

Tað eru fýra umfør eftir at spæla og tað er tætt í oddinum á sjavskappingini.

Top 10 í sjavskappingini sær soleiðis út

Spælarar Stig
seinasta umfar
Stig
tilsamans
Hans Jacob Bech 37
Petur Muller   34
Kathrina Borgardal 29
Magni Augustinussen   29
John Nilssen 28
John Bech 27
Guðrið Larsen   27
Eirikur Poulsen   26
John Jacobsen 23
Egill Steintórsson   22

 

Facebook viðmerkingar