Jólahaldið í Hvalba

Jólatræið verður tendrað fríggjadagin 30. november kl. 16.00 á Skúlastykkinum í Hvalba. Frelsunarherurin og Tvøroyrar Hornorkestur koma at seta sín dám á við felagssangi og røðum. Eisini koma jólamenn við pakkum til børnini.

Aftaná eru øll vælkomin inn í Roynhøllina til kakao og bollar.

Jólatræið í Sandvík verður tendrað sama dag kl. 17.00.

Tvøroyrar Hornorkestur luttekur og felagssangur verður. Eisini koma jólamenn við pakkum til børnini.

Aftaná eru øll vælkomin í Ranhøll til kakao og bollar.

Pensjónistar í sóknini, ið ynskja koyring til og frá jólahaldinum, kunnu seta seg í samband við Johild á tlf. 506886 áðrenn kl. 15.00 29. november. Koyringin er ókeypis.

Facebook viðmerkingar