Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalin

Høvuðsnavnið á Dansibandsfestivalinum 2019, sum verður í døgunum 3. og 4. mai 2019, eru framúrskarandi Gutta fra Scandinavia.

Gutta fra Scandinavia, Steinar S. Kristiansen og Terje Mårstad, stovnaðu í 1988 dansibandsorkestri Scandinavia, sum gjørdist eitt tað størsta dansibandsorkestrið í Norra nakrantíð. Scandinavia gav út 18 fløgur og vann eitt ótal av virðislønum, áðrenn teir góvust í 2009.

Í 2010 skuldu teir báðir, Steinar og Terje, av tilvild spæla sama stað, og síðani hava teir báðir ferðast runt norðurlond og aðrastaðni við undir heitinum Gutta fra Scandinavia.

Í 2017 vitjaðu Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági og var talan um eitt fantastiskt dansikvøld, og verður nú aftur høvið at njóta dansitónarnir hjá Gutta fra Scandinavia á Dansibandsfestivalinum í Vági í døgunum 3. og 4. mai 2019.

Forsølan til Dansibandsfestivalin í Vági byrjar 29. nov. 2018.

Facebook viðmerkingar