GALAXY avloysir Smyril í september

Tíðindi

Strandfaraskip Landsins hevur í dag undirskrivað leigusáttmála við European Seaways um leigu av Ropax ferjuni GALAXY. GALAXY kemur at avloysa Smyril, tá hann fer í dokk um miðan september 2019.

European Seaways hevur eina aðra ferju, ið er nakað størri enn GALAXY, og sum møguliga kann nøkta tørvin betur enn GALAXY. Tískil er lagt inn í leigusáttmálan, at SSL kann býta um við hesa ferju, um øll neyðug loyvi fáast upp á pláss.

Hilmar Eliasen, stjóri, fegnast um, at hesi viðurskifti nú eru fingin upp á pláss, og at orka nú verður løgd í at fyrireika Smyril til komandi dokking.

Meira kunning kann fáast við at seta seg í samband Hilmar Eliasen, stjóra á Strandfaraskip Landsins.

Facebook viðmerkingar