Turkihúsið í Vági ígongd aftur

Tíðindi

Seinastu vikurnar hava fólk frá North Atlantic Seafood í Vági arbeitt við at gera turkihúsið, sum fyrr gekk undir navninum Faroese Apama og áðrenn hetta Palm Seafood, á keiini í Vági klárt til framleiðslu.

Í turkihúsinum vórðu tá turkaði m.a. høvd og fiskaskrokkar til afrikanska marknaðin. Nýggja virksemi fevnir eisini um at turka fisk, men nú fer North Atlantic Seafood undir at turka svartkjaft til matna í Vági.

Vit hava fingið spennandi marknaðaratgongd bæði í Evropa og í Asia og hava longu sent fyrstu royndirnar avstað, greiða Alex Vilhelm og Finnbjørn Poulsen, stigtakarar frá.

Felagið hevur fingið royndarkvotu umvegis Fiskivinnuroyndir at fiska svartkjaft til turkingar til matna og eru nú farnir ígongd við virksemi.

Nú virkið verður gjørt klárt, vænta vit vænta at verða klár her á keiini í Vági um eini 14 dagar og tá koma tað eini 15 – 20 fólk at arbeiða á virkinum. Hetta er ein ætlan, vit hava arbeitt við í langa tíð, og gleða vit okkum endiliga at koma ígongd, siga stigtakararnir.

Facebook viðmerkingar