Fótbóltskapping fyri øll Í Marghøllini fríggjakvøldið 7. desembur.

Ítróttur Tíðindi

So er aftur klárt at melda til fótbóltskapping hjá FC Suðuroy.
Kapping 2., veturin 2018/2019 verður í Marghøllini fríggjadagin 7. desembur.

Liðini møta og spæla soleiðis:
U7 og U9 gentur og dreingir  møta kl. 16:30 spæla kl 17.00
U11 og U13 gentur og dreingir møta kl 17.30 spæla kl 18.00
U15 og U17 gentur og dreingir møta kl 18.30 spæla kl 19.00
Vaksin, kvinnur og menn, møta kl 19.30 spæla kl 20.00

Kostnaður er 50 kr fyri hvønn luttakara.

Allir luttakarar fáa heiðursmerkir

Topskjúttin í hvørjari kapping fær statuettu, sum vit síggja á onkrari av myndunum her.

Kappingin er fyri øll,

Meldið tykkum til inni á bólkinum
Facebook: FC SUÐUROY FÓTBÓLTSKAPPINGAR VETURIN 2018 – 2019

Facebook viðmerkingar