Guðrið E. Johansen rektari í Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Tíðindi

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Guðrið E. Johansen í starvið sum rektari í Miðnámsskúlanum í Suðuroy frá 1. februar 2019 at rokna.
Guðrið E. Johansen er 43 ára gomul og er cand.scient. í geofysik frá Københavns Universitet í 2004. Harumframt hevur hon lisið geografi sum hjáfak og tikið námsfrøðiliga útbúgving til miðnámsskúla í alisfrøði og geografi (pedagogikum). Í løtuni er hon eisini í gongd við at lesa hjánám í støddfrøði á Fróðskaparsetur Føroya.  
Guðrið E. Johansen hevur  arbeitt sum studentaskúlalærari í gott 10 ár eitt nú bæði í Norra, Grønlandi og Føroyum.
Seinastu árini hevur Guðrið E. Johansen starvast í Miðnámsskúlanum í Suðuroy sum lærari, umframt at hon hevur røkt ávísar umsitingarligar uppgávur har í 2 ár.

Facebook viðmerkingar