Jólini verða sungin inn í Vágs kirkju

Sunnudagin 16. desember kl. 18 verða jólini sungin inn í Vágs kirkju. Børn úr kórinum hjá Karinu Magnussen ganga Lucia, felagssangur og fimm kór úr Suðuroynni fara at syngja jólasangir.

Kórini eru: Orðið á Borðið, Sumbiarkórið, Streingjakórið í Porkeri, Mannskórið í Missiónshúsinum á Tvøroyri og Kirkjukórið Ljómur.

Patrick de Neergaard prestur lesur, deknur er Elin Jacobsen, klokkari Mikkjal á Løðhamri og urguspælið til felagssálmin hevur Dorte Tilma.

Aftaná verður boðið til ein drekkamunn.

Ein koparpottur verður settur í forkirkjuna, so fólk fáa høvi at lata eitt oyra til “Í menniskjum góður tokki”.’

Facebook viðmerkingar