Nissurenning í Vági sunnudagin

Hesa tíðina síggjast alt fleiri jólamenn, vætrar og nissur, og sunnudagin verður roynt at savna hesi til jólatúr í Vági.

Tað er rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni, sum bjóðar til nissurenning ella gongutúr, har einasta ynski er, at ein er sindur jólaligt ílatin, áðrenn farið verður gongu, renni ella súkklutúr.
Tey luttakandi hittast mitt í Vági, hjá Visit Suðuroy í Miðlatúni, har kunning verður um túrin, og har øll kunnu luttaka, tí teinin avgerð ein sjálvur.
Eftir tiltakið verður drigið um nakrar lutir, millum øll tey, ið hava luttikið, og so verður sjálvandi okkurt at drekka og eta eisini.
Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 17.00 sunnudagin við Miðlatún í Vági.

Rørslufelagið Hvistan í Suðuroy

Facebook viðmerkingar