Hvalbiartunnilin bjóðast út tórsdagin

Tórsdagin verður arbeiðið at gera Hvalbiartunnilin, boðið út.

Tað sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, veit in.fo.

Hann sigur, at hann ætlaði ikki, at Hvalbiartunnilin skal verða jólatrøll og tí verður arbeiðið boðið út nú. Arbeiðið verður boðið út til tríggjar arbeiðstakarar, sum frammanundan eru góðkendir at bjóða upp á hann, skrivar in.fo.

Arbeiðstakararnir fáa so ein mánað, ella knappliga, at lata boð inn, og so ganga einar tvær vikur, ella so, at kanna tilboðini. Sostatt verður farið at bora tíðliga næsta ár. Heðin Mortensen sigur við in.fo, at ætlanin er at seta ferð á og næsta ár eru 49 milliónir settar av til endamálið, og ætlanin er eisini at flyta játtanina fyri 2021 fram til 2020 fyri at fáa tað at ganga skjótari.

Facebook viðmerkingar