Fíggjarlógin samtykt: Ítróttaháskúlin hægri játtan

Tíðindi

Seint ónskvøldið varð Fíggjarlógin fyri 2019 samtykt í Løgtinginum. Millum uppraðfestingarnar, sum landsstýrið hevur gjørt í Suðuroynni, er hægri játtan til Ítróttaháskúlan í Suðuroy.

Ítróttaháskúlin í Suðuroy er helst millum stóru sólskinssøgurnar í nýggjari føroyskari skúlasøgu. Frá ongum er Ítróttaháskúlin uppá tvey ár vorðin ein tann mest populeri skúlin í landinum.

Landsstýrið hevur eisini givið hesum ans, tí játtanin til Ítróttaháskúlan er vaksin ár um ár, frá fyrsta árinum 2016 til í 2019. Í 2016 var játtanin 1,1 mió. kr. (hálvt ár). Í 2017 var játtanin smáar 2,7 mió. kr. Í 2018 smáar 3,2 mío. kr. Og í 2019 verður játtanin til Ítróttaháskúlan í Suðuroy smáar 3,7 mió. kr.

Talan er um munandi játtan frá byrjanin til hetta 3. árið hjá Ítróttaháskúlanum og er økta játtanin m.a. ætlað til økta virksemi á Ítróttaháskúlanum.

Umframt rakstrarjáttanina á smáar 3,7 mió. kr., hevur Ítróttaháskúlin í Suðuroy eisini í 2019 fingið stuðulsjáttan á 1 mió. kr., sum fara til at betra um hølisumstøðurnar hjá Ítróttaháskúlanum.

Facebook viðmerkingar