NÝGGJÁRIÐ Í VÁGI 2018

Nýggjárshaldið í Vági er helst hitt kendasta í øllum landinum. Nógv fólk í Føroyum og uttanlands við leitað sær til Vágs at halda nýggjár.

Høvuðsskráin fyri nýggjárshaldið er sjálvsagt nýggjársaftan, men umframt tað, so eru eisini ymiskt annað á skránni í døgunum undan og eftir nýggjársaftan.

Skráin fyri nýggjárið í Vági 2018 er hendan:

28. desember
Kl. 13:00 – 16:00 Hvistan skipar fyri kondibingo (túrur fyri øll). Møtt verður við Miðlatún

29. desember
Kl. 15:00 – 17:00 Fótbóltskapping fyri vaksin (U17 og eldri) í Marghøllini
Kl. 16:00 Nýggjársveitsla fyri børn í Bethel

30. desember
Kl. 11:00 Lestur í Vágs Kirkju
kl. 18:00 Nýggjársveitsla fyri vaksin í Bethel

31. desember
Kl. 10:00 – 12:00 Nýggjársnevndin bjóðar til ókeypis almennan morgunmat í Billardhúsinum
Kl. 10:00 Hvistan skipar fyri kirkjurenning frá Vágs kirkju til Porkeris kirkju
Kl. 13:00 Barna- og ungdómstiltak við undirhaldi & tónleiki í VB-húsinum við luttøku av Bubu,Danny Baldursson (frá Danny & the Veetos) og Inga Poulsen. Eisini verður ókeypis myndatøka viðBubu, Danny & Inga aftaná tiltakið. Dyrnar lata upp kl. 12:.30
Kl. 22:30 Takkar – og bønarmøti í Bethel
Kl. 23:45 Faklagongan fer frá Vágs Skipasmiðju. Faklagongan hjá kvinnum byrjar viðMeinigheitshúsið, tá faklagongan hjá monnum kemur vestureftir
Kl. 00:00 Bál og stórt fýrverksshow á Tríkantinum á Sandinum. Sum vant verður sálmurin “Tíðinrennur sum streymur í á” sungin áðrenn faklarnir verða tveittir á bátin.Eftir bálið og fýrverksshowið verður stórdansur á Eiðinum. Eyðun, Kim & Terji spæla til dansin íVágs Høll og Danny Baldursson & Ingi Poulsen verða gestasangarar. Í VB-húsinum verður góðurdansur við Sunrise

1. januar
Kl. 17:00 Gudstænasta og altargongd í Vágs Kirkju við Patrick Conway De Neergaard prestiKl. 17:00 Frelsunarherurin hevur ársins fyrsta møtiKl. 18:00 Bethel hevur ársins fyrsta møti

Facebook viðmerkingar