So er Hvalbiartunnilin boðin út

Tíðindaskriv Tíðindi

Eftir at Landsverk í september í ár bjóðaði arbeiðstakarum at søkja um undangóðkenning at bjóða upp á
bygging av nýggja Hvalbiartunlinum, er nú komið so mikið langt, at prosjektið er klárt at bjóða út.

Trý feløg sleppa nú at bjóða upp á hesa spennandi uppgávu, og undangóðkendu fyritøkurnar eru J&K
Petersen, NCC og samtakið Articon LNS.

Hesar fyritøkurnar hava í dag fingið boð frá Landsverki í dag um at lata inn tilboð upp á arbeiðið at byggja
nýggja Hvalbiartunnilin. Tilboðini skulu vera Landsverki í hendi í seinasta lagi 25. januar 2019.
”Verandi Hvalbiartunnil frá 1963 er elsti vegatunnil í Føroyum, og hann var eitt risaframstig tá í tíðini –
tað fer nýggi Hvalbiartunnilin eisini at verða”, sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður.

Nýggi tunnilin verður gjørdur frá Gjánhamri í Trongisvági til Niðastabotn í Hvalba, og landsvegir verða gjørdir frá tunnilsmunnanum trongisvágsmegin til verandi landsveg í Trongisvági og frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, tætt við brúnna um Kjógvavatn.

Sambært verklagslógini eru byggiútreiðslurnar ásettar til í mesta lagi 272 milliónir krónur.

Facebook viðmerkingar