Eldur í garagu í Vági

Tíðindi

Stutt áðrenn kl. 8 í morgun varð boðað frá, at nógvur roykur kom úr einari garagu í miðbýnum í Vági. Sløkkiliðið var skjótt á staðnum.

Hóast nógvan royk og onkran lítlan brest inni í garaguni, so var ongin stórvegis eldur, tá garaguhurðin varð latin upp og sløkkiliðsfólk fóru inn.

Enn er ógreitt hví eldur var inni í garaguni.

Facebook viðmerkingar