Væleydnað nýggjárshald í Vági

Kring landið var nýggjárshaldið avlýst vegna veður, men í Vági broyttist veðrið, vindurin makaði og størsta nýggjárshald í landinum varð hildið sum ætlað.

Klokkan 22 var nógvur vindur í Vági, men so hvørt tað nærkaðist midnátt snaraði hann í útnyrðing og síðan næstan í norðan og líkindini gjørdist sera góð.

Faklagongan gekk gjøgnum býin, kring Sandin og inn á Tríkantin. Áðrenn Tíðin rennur sum streymur í á varð sungin, var 1 min. tøgn, har fjøldin mintist Mogens Dahl.

Síðani vórðu faklar tveittir á dreka-prýdda bátin og stórt fýrverksshow byrjaði.

Hóast líkindini fyrr um kvøldið vóru vánalig, so broyttist veðrið og nýggjárshaldið í Vági var aftur sera væleydnað.

Myndina tók Niels Jacob Eysturberg.

Fleir myndir eru á Facebooksíðuni hjá Nýggjárshaldinum í Vági.

Facebook viðmerkingar