Bjarta á U16 landsliðnum í flogbólti

Ítróttur Tíðindaskriv Tíðindi

U-16 gentulandsliðið, sum á heimavølli skal taka ímóti Finnlandi, Danmark, Svøríki, Íslandi og Írlandi er nú endaliga úttikið.

EM-kapppingin verður í Stórhøllini á Hálsi, og verður fyrsti dysturin leiktur klokkan 8,30 fríggjamorgunin 4. Januar 2019. Øll liðini koma til landið við Atlantic Airways hósdagin, og gista á Hotel Føroyum.

Liðini eru býtt í tveir bólkar, og eru Føroyar í bólki saman við Danmark og Írlandi.

Í hinum bólkinum eru Finnland, Svøríki og Ísland.

Fríggjdagin skulu Føroyar spæla tveir dystir:

kl. 15.00 Føroyar – Írland
kl. 19.30 Danmark – Føroyar

Hinir dystirnir fríggjadagin eru hesir:

kl.  8.30  Finnland – Ísland
kl. 10.30 Danmark – Írland
kl. 13.00 Svøríki – Ísland
kl. 17.30 Finnland – Svøríki

Hildið verður síðani áfram við hálvfinalum og finalum leygardagin og sunnudagin.

Allir dystirnir verða stroymdir – um hetta er nærri kunnað um á www.fbf.fo

Úttiknu leikararnir eru:

TB:
Bjarta Sørensen

ÍF:
Nicola Toftegaard

KÍF:
Milja Silvansdóttir
Kristianna Bartalsdóttir

Dráttur:
Paula Nattestad Joensen
Kristina Louisa Thomassen

SÍ:
Anja Sólja Niclasen
Bára Jansdóttir
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Rannveig Rós Joensen
Sofía Weihe Simonsen
Tóta Búadóttir

Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Facebook viðmerkingar