Salmundur slitið krossbandið

Ein av lyklaleikarunum hjá Suðringum í fjør, Salmundur Bech, verður neyvan at síggja á fótbóltsvølli aftur í ár.

Salmundur var so óheppin í innandura fótbólti um dagarnir, at hann sleit krossbandið.

Sum skilst hevði Salmundur at kalla gjørt avtalu við nýtt felag, men nú førir skaðin helst við sær, at Salmundur ikki verður at síggja í føroysku landskappingini í ár.

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerkingar