Smyril nýggja ferðaætlan frá 14. januar 2019

Tíðindi

Frá komandi mánadegi – mánadegnum 14. januar 2019 – broytir Smyril ferðaætlan. Broytingin ávirkar ikki túratalið, men tíðirnar verða tó eitt sindur broyttar. Harumframt fer farmur ávísar dagar framíhjárætt, meðan bilar og ferðafólk hava framíhjárætt aðrar dagar.

SSL.fo skrivar:

Orsakað av alsamt økjandi farmaflutinginum, ið støðugt økir trýstið á trygdina, verður enn einaferð gjørt vart við verandi farmaflutningsreglur, sum í komandi tíð verða gjørdar meira ítøkiligar á Krambatanga. Umframt hetta verður ferðaætlanin hjá Smyrli tillaga í mun til støðugt økta farma-og ferðafólkaflutningin, og ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður broytt samsvarandi.

SSL fer við hesum frammanundan at takka fyri vístan vælvilja.

Ferðaætlanin á leið 7 sæst her.

Facebook viðmerkingar