Bussur aftur tikin av vindi oman við Hov

Tíðindi

Um 14 tíðina seinnapartin var ein bussur hjá Bygdaleiðum í Suðuroynni tikin av vindi og út av vegnum oman við Hov.

Løgreglan sigur, at bussurin varð tikin av vindi og fór út av vegnum eystaru megin. Umframt bussføraran vóru tvey ferðafólk í bussinum. Sjúkrabil kom skjótt á staðið, men har var eingin fólkaskaði, sigur Løgreglan.

Tað er stormur og á leiðini oman við Hov og hartil av ringastu ættum á vegnum, har bussurin fór út av.

Hetta er ikki fyrstu ferð at bussur er tikin av vindi á vegnum omani við Hov. Í 2017 fór bussur eisini út av vegnum oman við Hov og somuleiðis í 2015. Niðaster greinin frá 2017.

Facebook viðmerkingar