Lærusveinaskúlin PODAS á Tvøroyri í vikuskiftinum

Umleið 20 lesandi í PODAS norðanfjørðs og lærarar teirra fara eftir ætlan í Suðuroynna komandi vikuskifti. Summi eru núverandi lesandi og onnur fyrrverandi. Ætlanin er at vitja øll ellis- og røktarheimini í oynni við talu og sangi. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00 (11.-13. jan.) fara tey at taka lut á missiónsvikuni, sum verður í Tvøroyrar missiónshúsi. PODAS-fólkini leiða, tala og syngja á møtunum.

PODAS Ekklesias er ein lærusveinaskúli, sum byggir á lærugrundarlagið hjá Fólkakirkjuni. Nøkur hundrað lesandi – ung og gomul, kvinnur og menn – hava verið á skúlanum, sum byrjaði í 2008. Navnið á skúlanum er grikskt og merkir kirkju (ekklesias) føtur (podas). Í dag vilja nógv vaksa og mennast á øllum økjum. Tað hevur kristna kirkjan altíð vilja: at tess limir skulu vaksa og læra við Jesu føtur, og at tey skulu tæna við næstans føtur.

PODAS hevur seinastu 10 árini havt flokkar við vikuligari undirvísing um alt Føroya land og av og á í Keypmannahavn. Nú hevur PODAS 9 skúlaflokkar í alt. Kristna læran og kristna lívið fyllir nógv í undirvísingini eins og at tæna Gudi og okkara næsta. Síðan 2017 hevur PODAS sent trý toymi til Íslands, sum hava vitja kirkjur og ellisheim um alt landið. Í 2017 vitjaði íslandstoymið hjá PODAS Bispaskrivstovuna, og í 2018 Sendistovu Føroya í Reykjavík.

Sunnumorgun, 13. januar, fara tveir prestar og PODAS-lesandi at taka lut í gudstænastu í Vági kl. 11.00 og í Hvalba kl. 12.30 við prædiku, sangi og spæli.

Facebook viðmerkingar