Myndir til Suðuroyarkalendaran hjá Lions Club

Nú er at leita myndatólið fram – og taka vakrastumyndirnar úr Suðuroynni

Lions Club Suðuroy: Fyri at fáa góðskuna á myndunum til Suðuroyarkalendaran 2020 á sama støði, sum undanfarin ár, hevur Lions Club Suðuroy aftur í ár tikið avgerð um, at útskriva eina myndakapping.

Nýtast skulu íalt 13 landsslagsmyndir úr Suðuroynni, svarandi til eina mynd til hvønn mánaða umframt permumynd, sum skal verða loddrøtt.

Treytinar til myndamotivið er at sýna Suðuroynna úr øllum vinklum. Ynskið er, at myndir eru úr øllum bygdinum í Suðuroynni, og at allar árstíðinar verða lýstar. T.v.s. ikki bert summarmyndir, men eisini vár- heyst- og vetrarmyndir.

Tað er av stórum týdningi, at góðskan í myndunum er góð. Góð góðska fæst viðgóðum myndatóli, har upploysingin er høg, tvs. at myndatólið skal hava eitt rímiligttal av pixlum. Panoramamyndir kunna ikki nýtast.  

Fyri at avmarka talið av innsendum myndum er avgjørt, at hvør luttakari í mesta lagikann senda 13 myndir til kappingina.

Myndirnar skulu sendast Lions Club Suðuroy við telduposti til: lionssuduroy@gmail.com  innan 1 mars 2020, og viðmerkjast: Lions Mynd2020

Vinnaranir verða fráboðaðir her á heimasíðuni.

Tær útvaldu myndirnar verða virðisløntar við kr. 500,00 pr. stk.

Facebook viðmerkingar