Sunnudagsskúli í Vágs kirkju sunnudagin

Sunnudagin 13. januar byrjar sunnudagsskúlin í Meinigheitshúsinum í Vági aftur.

Og fyrsti sunnudagsskúlin verður hildin í Vágs Kirkju. Tað er presturin av Argjum Bergur Debes Joensen, ið vitjar Vágs Kirkju, og hann hevur lova at hava serligt innslag til børnini eisini, umframt at onkur sálmur ið børnini kenna verður sungin.

Øll eru vælkomin, ung sum eldri til guðstænastuna kl. 11.00 og tískil verður eingin sunnudagsskúli kl. 13.30

Meinigheitshúsið.

Facebook viðmerkingar