Ávaring ímóti kommunusamanlegging

Lesarin skrivar Tíðindi

Skála kommuna, sum legði saman við Runavík 1. januar 2015, var gjørdur sáttmáli, sum sigur hvussu farast skal fram við samstarvinum í framtiðini. Og farið varð til val uppá hendan sáttmálan.

Tá Fíggjarmálaráðið hálovar kommunusamanlegging, loyvi eg mær at gera hesa viðmerking.

Runavík kann saktans verða vælnøgd, tí allar íløgur verða framdar í Runavík. Teir sita við politiska valdinum og virða ikki sáttmálar og gjørdar avtalur. Og hendan støðan verður útnyttað í stórum málistoki. Vit missa tænastur, sum vit høvdu bygt upp áðrenn samanleggingina, sjálvt um hetta er groft sáttmálabrot, soleiðis at vit verða førd langt aftur í tíðina, og kunna tí ikki samanbera okkum við til dømis Eiðis kommunu, sum er av somu stødd sum gamla Skála kommuna.

Misnøgdin er stór, sum onki er at siga til. Og hetta er tað, sum Fíggjarmálaráðið hálovar og helst roynir at fáa aðrar bygdir útí.

Jørgin Bech, pensjónistur
Skála

Facebook viðmerkingar