Smoltstøðin vatn úr Sumbiartunnlinum

Tíðindi

Stóra smoltstøðin, sum Bakkafrost fer at byggja í Ónavík, hevur tørv á stórum nøgdum av vatni. Bakkafrost og Sumbiar kommuna hava gjørt avtalu um, at smoltstøðin fær vatn úr Sumbiartunnlinum.

Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu, fegnast um stóru verkætlanina, sum nú verður bygd í Lopra. Hetta fer at føra við sær økt virksemi í økinum og hetta gleðast okur um, sigur borgarstjórin í Sumba.

Vatngoymslurnar til smoltstøðina verða bygdar í Lopra og kemur smoltstøðin sostatt at verða bæði í Vágs- og Sumbiar kommunu.

Facebook viðmerkingar