Lærari til Miðnámsskúlan í Suðuroy

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir tímalærara at byrja á skúlanum 1. mars 2019. Vit søkja eftir lærara, ið kann átaka sær at undirvísa í hesum lærugreinum: Dekoratión, Kunningartøkni-C. Miðlakunnleiki og Innovatión C og B. Ikki er neyðugt, at tann, ið søkir kann átaka sær at undirvísa í øllum trimum lærugreinunum.

Námsætlaninar kunnu lesast á:

Dekoratión http://www.namsaetlanir.net/node/174  

Kunningartøkni C http://www.namsaetlanir.net/node/159

Miðlakunnleiki C http://www.namsaetlanir.net/node/158                 

Innovatión C http://www.namsaetlanir.net/node/88

Innovatón B http://www.namsaetlanir.net/node/87

Treytað av góðkendum undirvísingarvirksemi, er tað møguligt at søkja tímalærarastørvini av nýggjum til komandi skúlaár.

 

Setanar- og lønartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið ella annað viðkomandi yrkisfelag.

 

Umsókn

Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnámsskúlin í Suðuroy, Grønudalur 2, 950 Porkeri ella sendast til teldupostbústaðin: mis@skulin.fo. Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. februar 2019.

 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúlan, á tlf. 614201, mis@skulin.fo ella á heimasíðuni www.midnam.fo 

Miðnámsskúlin í Suðuroy

Facebook viðmerkingar