Ókeypis skeiðstilboð/undirvísing í føroyskum fyri útlendingar búsitandi í Suðuroynni

Í samband við at Tvøroyrar kvøld – og ungdómsskúli skipar fyri undirvísing fyri útlendingum búsitandi í allari suðuroynni, vilja vit minna á, at enn eru pláss at koma til undirvísing.

Undirvísingin fór av bakkastokki í heyst 2018 og heldur nú fram á vári 2019.

Skeiðið byrjaði seinasta hóskvøld og er aftur á skránni í kvøld frá kl.19.00 – 21.00 og tey komandi hóskvøldini í vár.

Undirvísingin tekur støði í:

  • Føroyskum máli
  • Samfelagsfrøði

Endamálið við skeiðnum er at skilja føroyska málið og tað føroyska samfelagið betur.

Undirvísingin er býtt upp í tvey førleikastig.

Førleikastig 1 og førleikastig 2.

Ætlanin er at víðka skeiðið til førleikastig 3 eisini. Hetta verður tó ikki í ár.

Undirvísinin fer fram í nýggjara skúlanum á Tvøroyri – sum er omanfyri Apotekið á Tvøroyri.

Undirvísarar í føroyskum eru Poul B. Olsen og Lív Næs

Undirvísari í samfelagsfrøði er Jónleyg Bech.

Tilmelding fer fram á tlf: 58 79 75 (Lív)  ella 21 19 71 (Poul)

Á henda hátt, kunnu vit koma fram til, at um tú arbeiðir og ikki hevur møguleika at koma til undirvísing hóskvøld – so kunnu vit í felag skipa fyri onkrum skeiðum um vikuskiftini. Tað er av alstórum týdningi, at tit royna at møta upp til innleiðsludagin.  

Facebook viðmerkingar