Byggifrøðingar fingið prógv á Glasi

Teir seks byggifrøðingarnir hava fyrst tikið útbúgving í Byggitøkni í Føroyum, men hava so verið í Horsens í eitt ár á Byggifrøðiútbúgvingini, fyri síðan at koma aftur til Føroya, her teir hava verið í praktikk og hava skriva endaliga verkætlan.

Í gjár fingu seks nýklaktir byggifrøðingar prógv á Glasi. Talan er um eina Bachelor útbúgving, sum Glasir bjóðar út í samstarvi við VIA University í Horsens.

“Møguleikin at taka eina slíka útbúgving í Føroyum er í høgum meti millum lesandi og vinnu, tí ikki øllum dáma at fara av landinum at nema sær útbúgving,” sigur Glasir í einum tíðindaskrivi.

Teir seks byggifrøðingarnir hava fyrst tikið Byggitøkni í Føroyum, men hava so verið í Horsens í eitt ár á Byggifrøðiútbúgvingini, fyri síðan at koma aftur til Føroya, her teir hava verið í praktikk og hava skriva endaliga verkætlan. Seinasta hálva árið hava teir húsast í gamla Handilsskúla-bygningurin í Marknagili, har teir hava fingið holla vegleiðing frá undirvísarum á Glasi í sambandi við endaligu Verkætlanina.

Glasir arbeiðir í løtuni við eini royndarverkætlan, har tað skal bera til at taka alla útbúgvingina í Føroyum, og í løtuni eru nøkur lesandi í gongd eftir hesi ætlan, tey vera ætlandi liðug um hálvt annað ár.

Í summar byrjaðu 20 lesandi á Byggitøkni, og hesi ætla sær eisini at halda fram at lesa til Byggifrøðing í Føroyum.

Facebook viðmerkingar