Hátíðarløta og veitsla hjá Varðin Pelagic

Fríggjadagin var hátíðardámur á Varðin Pelagic í samband við almenna móttøku, har snotiliga virkið var víst fram fyri innbodnum.

Útvið 300 fólk vórðu boðin til móttøku og rundvísing á virkinum hjá Varðin Pelagic, har bjóðað varð ábit og okkurt gott drekkandi afturvið.

Ólavur Bjarkhamar, virkisleiðari, bjóðaði vælkomin og greiddi frá tilgongdini at byggja uppaftur nýggja virkið eftir herviliga eldsbrunan í juni 2017. Greitt varð eisini frá hvussu virkið er skipað og at nýggja virkið eisini er bygt fyri at tryggja Varðan Pelagic inn í framtíðina, til nýggjar framleiðslur.

Eftir hetta vórðu øll í bólkum víst runt á virkinum, har tey greitt varð frá mannagongdunum á virkinum. Og lat tað verða sagt, talan er um eitt heilt imponerandi framkomið, sum allir føroyingar kunnu verða sera stóltir av.

Av virkinum hjá Varðin Pelagic gekk leiðin yvir í SALT, har galla-døgurði og veitsla var á skránni.

Facebook viðmerkingar