Rúm fyri bæði almennum og privatum í føroysku elskipanini

Ein kanning av møguleikanum at skilja sundur elnetið og elframleiðsluna, sum Dansk Energi hevur gjørt, mælir m.a. til, at nýggj elframleiðsla verður boðin út í kapping, har onnur áhugað enn SEV kunnu fáa fyrimun, men at SEV framhaldandi hevur leiklutin at tryggja støðufestið í elskipanini

Bæði SEV og privatir framleiðarar kunnu hava sín týðandi leiklut í framtíðar elskipanini í Føroyum. Soleiðis ber í stuttum til at taka saman um tilmælini í eini kanning, sum serfrøðingar hjá Dansk Energi hava gjørt av møguleikunum at skilja elframleiðsluna og elnetið í Føroyum sundur.

Í kanningini verður víst á, at nýggj elframleiðsla innan t.d. vind, sól og sjóvarfall verður boðin út í kapping, har orkumyndugleikin velur lægsta tilboðið samsvarandi útbjóðingartreytunum. Orkumyndugleikin skal tó kunna velja SEV frá í útboðnum, um myndugleikin metir, at kappingin hevur verið nøktandi millum hinar partarnar, sum bjóða.

Kjarnuveitingarnar liggja best hjá SEV

Tá talan er um kjarnuveitingar (systemydelser), sum er tann parturin av elskipanini, ið áhaldandi tryggjar støðufestið og veitingartrygdina í elskipanini, vísa serfrøðingarnir á, at tað er skilabest, at SEV umsitur hendan partin.

Kjarnuveitingarnar snúgva seg í stuttum um, at oljuverkini, stóru vatngoymslurnar og vatnorkuverkini hjá SEV alla tíðina halda elskipanini í eini nøktandi javnvág, sum einhvørja tíð kann hava bæði minni og størri leiklut í elframleiðsluni, alt eftir hvussu tað gongst at fáa elorku til høldar frá t.d. vindmyllum, sólskipanum og sjóvarfalli. Ein framtíðar pumpuskipan og elnetið eru eisini partar av kjarnuveitingunum í einum avbyrgdum oyggjasamfelag, sum ikki kann keypa elorku ígjøgnum kaðalsamband við grannalondini.

SEV eigur longu stóru vatngoymslurnar og oljuriknu verkini, og tað er høvuðsorsøkin til, at serfrøðingarnir hjá Dansk Energi mæla til, at SEV hevur kjarnuveitingarnar um hendi. Kjarnuveitingarnar eru beinleiðis tongdar at møguleikanum at goyma orku sum t.d. í stórum vatnbyrgingum og í oljutangum, har oljan tó so líðandi skal niðurlagast í elframleiðsluni, so hvørt fleiri grønar orkukeldur verða bygdar inn í elskipanina. Tá elframleiðslan verður 100 prosent grøn, verða tað fyrst og fremst vatngoymslurnar, pumpuskipanir og møguliga battarískipanir, sum skulu tryggja støðufestið í elskipanini, meðan oljan verður tiltakstrygd.  

Týðandi at sammeta við onnur oyggjasamfeløg

Í kanningini verður mælt til, at elnetið framhaldandi verður skipað eftir einum “hvíl í sær sjálvum” leisti, og at netparturin verður “benchmarkaður” upp ímóti øðrum elnetum sum t.d. elnetinum á Bornholm, ið líkist tí føroyska, ella elnetinum í Íslandi. Mælt verður eisini til at “benchmarka” onnur einstøk virkisøki fyri seg.

Serfrøðingarnir mæla eisini til at seta í verk eitt arbeiði, sum hevur til endamáls at greina út og staðfesta leiklutin hjá SEV í einari framtíðar skipan, har elorka skal keypast inn frá fleiri ymiskum elframleiðarum. Eisini verður skotið upp at gjøgnumganga verandi arbeiðsgongdir hjá SEV við tí fyri eyga at kanna, um SEV kann gera sítt arbeiði meira effektivt. Hetta eigur at gerast av óheftum serfrøðingum.

Harumframt verður í kanningini víst á, at um tað gongur ov seint at fáa gongd á grøna upphiting og grøna orku til flutning, so kunnu myndugleikarnir, um tað er neyðugt, umhugsa at áleggja SEV at fara inn í hesar uppgávur í einum avmarkaðum tíðarskeiði.

Dansk Energi hevur gjørt kanningina eftir áheitan frá SEV, ið framanundan hevði kunnað orkumyndugleikan um arbeiðssetningin, og sum eisini hevur lagt niðurstøðuna fram fyri myndugleikarnar.

Kjarnuveitingarnar liggja best hjá SEV

Tá talan er um kjarnuveitingar (systemydelser), sum er tann parturin av elskipanini, ið áhaldandi tryggjar støðufestið og veitingartrygdina í elskipanini, vísa serfrøðingarnir á, at tað er skilabest, at SEV umsitur hendan partin.

Les meira á www.sev.fo ella í viðfesta tilfari, sum var lagt alment fram á tíðindafundi fyrrapartin.

Facebook viðmerkingar