Tvøroyrar kommuna søkir eftir hjálparfólki til starv í dagtímunum.

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Í ungdómshúsinum Pakkhús 4. Talan er um fast starv normerað til 18 tímar um vikuna. 
  
Hvør eru vit: 
Ungdómshúsið Pakkhús 4 er eitt frítíðartilboð hjá Tvøroyrar Kommunu.  

Pakkhús 4 er opið soleiðis:

Mánadag: 13.00 – 18.00 og 19.00 – 23.00
Týsdag: 13.00 – 18.00 og 19.00 – 23.00
Ónsdag: 14.00 – 18.00
Tórsdag: 14.00 – 18.00 og 19.00 – 23.00

Í tíðini frá 14.00 – 18.00 eru ung frá 3. flokki til 7. flokk í Pakkhúsinum, og um kvøldi eru tey eldru frá 7. flokki upp til 18 ár.  

Pakkhús 4 er staðið, har børn og ung koma av áhuga. Her sleppa tey at taka ábyrgd og vera ein aktivur partur av virkseminum. Í hugnaligum umhvørvi hittast tey til prát, spøl, kunnu keypa sær okkurt gott at eta, slappa av og bara vera. Tey fáa møguleika at takast við ymiskt handaligt, tónlistarligt, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum o.s.fr 

Vit sóknast eftir:
Starvsfólki til dagvaktirnar 4 dagar um vikuna. Vit sóknast eftir starvsfólki við viðkomandi útbúgving ella starvsfólki við viðkomandi royndum.
 
Vit sóknast eftir fólki, ið:    
– Kann arbeiða sjálvstøðugt og taka initiativ 
– Dugir at samstarva, taka ábyrgd og verða fyrikomandi 
– Er við til at skapa eitt hugnaligt umhvørvi 
– Er jalig/ur og dugir at samskipa ymisk tiltøk  
– Ger ymiskt handaligt við teimum ungu  
– Hevur góðar eginleikar at samskifta 
– Møtir teimum ungu har tey eru 
– Dugir at lofta teirra hugskotum og seta tey í verk 
  
Gerandisdagur í Pakkhús 4 
– Vit taka væl ímóti børnum og ungum, tá ungdómshúsið letur upp 
– Vit skapa karmar og relatiónir í gera at tey ungu og børnini føla seg væl 
– Vit práta, spæla og stimbra brúkarnir í at nýta sítt hugflog 
– Vit seta í gongd og stuðla undir á kreativa økinum 
– Vit era eitt lætt ábit har tey ungu og børnini hjálpa til 

Løn og setanartreytir:  
Arbeiðið í Pakkhús 4 er lønt eftir sáttmála millum Kommunala Abeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. 
 
Starvið verður sett skjótast gjørligt. 
 
Umsóknir við CV, viðmælum og revsiváttan skulu sendast til: 
 
Tvøroyrar Kommuna  
Tvørávegur 37  
800 Tvøroyri  

Ella við telduposti til tvoroyri@tvoroyri.fo og skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22.02.2019 kl 12.00.  

Eru spurningar eru tit vælkomin at ringja til leiðaran í Pakkhús 4, Pól Arna  Holm, á telefon 28 18 85.    
 

Facebook viðmerkingar