P/F Tangavirkið søkir handils/goymslufólki

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

P/F Tangavirkið søkir eftir einum handils/goymslufólki at starvast fulla tíð

Vit ynskja at seta starvi sum skjótast.

Vit vænta, at…

• Tú hevur handils- og/ella søluroyndir fra t.d. HVS ella øðrum líknandi handils arbeiðið. Kann eisini vera at tú er handverkari.

• Tú hevur stóran áhuga í handverki og tøkni.

• Tú hevur áhugað í, at læra okkara vøru úrvæl at kenna.

• Tú ert sølu- og tænastu sinnaður, fleksibul, eins og tú hevur gott yvirlit, er fyrikomandi, nærlagdur, íðin, og setur kundan í fremstu røð.

• Tú er sjálvstøðugur, eldhugaður, er ruddiligur og dámar at hava nógv at gera.

• Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd, tá tú til tíðir kemur at verða einsamallur í handlinum/ goymsluni.

• Tú hevur góðan teldukunnleika, er neyðugt.

Vit bjóða tær…

• Eitt áhugavert starv við nógvum spennandi avbjóðingum.

• At gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi og einum vælvirkandi virki.

• Møguleika at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi, og á tann hátt geva títt íkast til virksemi okkara.

• Eitt starv í einum vælvitjandi handli, har tú hevur ávirkan á, at skapa og uppbyggja ein góðan handil, við einum breiðum úrvali.

Løn og treytir…

Løn og setanartreytir verður ásett eftir nærri avtalu.

Umsóknarfreist

Umsóknarfreist er seinasta lagið ónsdagin 20/2-2019 Kl. 12.00 og skal stílast til: mortan@tangavirkid.fo og viðmerk: Starv.

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Mortan Mortensen, stjóra á tlf. 231065.

Um P/F Tangavirkið

Fyritøkan varð stovnað í 1932, og hevur øll árini hildi til á Bryggjuni í Vági. Í løtuni arbeiða 18 starvsfólk, harav 2 í fyrisiting, og 16 dugnaligir handverkarar, arbeiðsfólk og lærlingar, sum leggja stóran dent á gott handverk.

Vit hava framleiðslu av oljutangum, ymiska framleiðslu innan stálídna, og útinna HVS arbeiðið fyri fyritøkur, kommunur og privat.

Vit hava ein framkomnan handil við sera breiðum úrvali, har vit veita tænastur til fyritøkur, kommunur og privat.

Facebook viðmerkingar