Reingerðarfólk til farloyvisstarv hjá Tvøroyrar kommunu

Størv Tekstlýsingar Tíðindi

Søkt verður eftir einum reingerðarfólki til Tvøroyrar kommunu at byrja skjótast møguligt.

Talan er um eitt farloyvisstarv í eitt ár. Arbeiðsøkið verður í høvuðsheitum í Trongisvágs skúla, men viðkomandi, ið settur verður, skal eisini kunna flytast til aðrar stovnar ella bygningar undir Tvøroyrar kommunu, um tørvur verður á tí. Starvið er normerað til 3,5 tímar um dagin mánadag til fríggjadag.

Lønin er smb. sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknir skulu sendast til:

Tvøroyrar kommuna

Tvørávegur 37

800 Tvøroyri

ella umvegis teldupost tvoroyri@tvoroyri.fo.

Umsóknir við revsiváttan skulu vera kommununi í hendi innan 22.02.2019 kl. 12.00.

Facebook viðmerkingar