Fólkatalið vaks við 883 fólkum í fjør

Fólkatalið var 51.371 tann 1. januar. Tað vaks við 883 fólkum ella 1,7% í 12-mánaðarskeiðinum 1. januar 2018 – 1. januar 2019. Tað kemur av einum burðaravlopi á 293 og nettotilflyting á 590. Samanborið við undanfarna 12-mánaðarskeiðið er burðaravlopið 84 størri, og nettotilflytingin er 122 størri. Og fólkavøksturin tí 206 størri.

Les meiri her.

Facebook viðmerkingar