Leitaðu aftur til Ítróttaháskúlan

Leygardagin greiddi Guðmundur Joensen, leiðari á Ítróttaháskúlanum, frá stuttligar hending, tá 4 “gamlir” næmingar á Ítróttaháskúlanum steðgaðu honum á gøtuni í Vági.

Guðmundur skrivar á Facebook-vanganum leygardagin:

Ein stuttlig uppliving í morgun. Ein bilur høggur bremsurnar í, út leypa 4 garvillar damur og lyfta meg upp.

Søgan byrjar í Januar 2017, tá Anna úr Danmark, Erla úr Klaksvík og tær báðar Íslendsku Karin og Lára byrjaðu á várskeiðnum á Ítróttaháskúlanum. Tær blivu so væl, at hóast langa frástøðu sína millum í dag, so møtast tær runt knøttin, og í dag gekk leiðin so aftur har, alt byrjaði – Til Vágs, og mín sann um ikki tann fyrsti persónurin tær møta, eri eg. Má siga, at eg bleiv ikki sørt rørdur av støðuni.

Skrivar Guðmundur.

Lára Helgadóttir, úr Íslandi, skrivar í viðmerking: Tað var mega stuttlig! It’s always great coming back home to Vágur and talking about all the crazy experiences and good times we had.

Facebook viðmerkingar