Hvistan nýggja heimasíðu

Rørslufelagið í Suðuroynni Hvistan hevur júst fingið nýggja heimasíðu, ið kunnar um virksemi og tiltøk hjá felagnum, og sæst hon her: http://www.hvistan.fo

Felagið sum nú hevur 5 skipaðar venjingar í Trongisvági og í Vági, hevur alt fleiri og fleiri limir, og við nýggju heimasíðuni ber betur til at kunna limirnar.

Nevndin í Hvistuni er fegin um nýggju heimasíðuna, men siga samstundis at meira kemur at henda á síðuni:

“vit hava júst fingið seinastu tingini uppá pláss við NETS, soleiðis at limir okkara kunnu rinda limagjald og melda til tiltøk umvegis heimasíðuna. Hetta verður vónandi fyrsta dagin. Eisini hava vit spurt nakrar av limum okkara nakrar spurningar, soleiðis at vit gera stuttar vangamyndir, ið varpa ljós á tað limirnir eitt nú fáa burturúr at vera partur av Hvistuni”.

Broyttar venjingartíðir:

Fyri 14 døgum síðani var ynski frammi av limum, ið eru virknir í Trongisvági, um at leggja venjingartíðirnar onskvøld kl. 19.00 og er hetta tí gjørt. 

Í Vági vóru rennarar á einum máli um at sirkulvenjingin bæði er stuttlig og góð, men at tey saknaðu eisini at kunna renna tórskvøld. Og eftir at hava samskifta aftur og fram við hallarvørinum Jens Petur Brattalíð og FC Suðuroy bleiv hetta broytt. Nu eru sirkulvenjingarnar onskvøld kl. 19.00 inni í Marghøllini, og tórskvøld kl. 19.00. verður runnið frá Marghøllini. Og er broytingarnar longu settar ígongd, soleiðis at sirkulvenjing er í kvøld 20. februar kl. 19.00

Royal Run :Heilt nógvir suðuroyingar hava melda til tiltakið í Klaksvík fyrst í juni, tá ið krúnprinsurin vitjar á Norðoyastevnu. Hvistan hevur í hesum sambandi leiga hús, og fyriskipa ymiskum, og er møguleiki hjá limum at koma við. Vit hava bara eitt ynski, at tey ið koma við eru virkin til venjingar okkara, leggja tey smílandi afturat 🙂

Tiltøk fyri framman: Fyri uttan Royal Run, so eru rættuliga nógv tiltøk á skránni í vár, har eitt nú vetrarkappingin verður hildin í Trongisvági fyrst í mars (VK-7). Einar 20 Hvistur fara fyrst í apríl til Berlin at luttaka í stóra 1/2marathon tiltakinum har. 

Føroya Sunnasta 1/2marathon: Hvistan hevur í sínum tiltakið Føroya Sunnasta 1/2marathon fingið eitt sera væleydna og gott tiltak, og aftur í ár, verður tiltakið á skrá og eitt vet størri enn undanfarin ár. Tilmelding verður so skjótt NETS hava givið okkum atgongd til gjaldsskipanina. Tá verða eisini øll kunning, gjald, skrá og annað, at finna inni á heimasíðuni, og verður veruliga arbeitt við at menna hetta tiltak enn meira, so vit bæði fáa fólk nær og fjar suður til okkara. 

Øll vælkomin:Hvistan ynskir at fáa fólk við at røra seg, til gongu, rennandi, sirkulvenjingar og eisini eitt nú til fjallatúrar, ið onkuntíð eru á skrá. Tí ert tú eisini vælkomin, at møta upp, og luttaka so nógv sum tín orka er til. 

Facebook viðmerkingar