Lærupláss sum logistikk næmingur

Varðin Pelagic lýsir eftir logistikk næmingi til setan 1. apríl 2019 ella eftir nærri avtalu.

Sum logistikk næmingur kemur tú m.a. at fáast við hesaruppgávur:

• Fyrireika og avgreiða skjøl í sambandi við útflutning og sølu

• Skipa vøruflutning innan- og uttanlands

• Vørugoymslustýring

• Samskifti við viðskiftafólk og flutningsfeløg

• Aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv

Tú skalt hava staðið miðnámsskúla. Lærutíðin er 2 -2,5 ár, og ílærutíðini skalt tú í skúla í Danmark í 7-11 vikur.

Vit vænta, at tú ert stinn/ur í enskum og norðurlendskum máli og hevur áhuga og hegni fyri teldu- og KT-skipanum.

Vit ynskja, at tú ert røkin, ábyrgdarfull/ur, fyrikomandi og tekurímóti- og sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum spennandiavbjóðingar. Harumframt vænta vit, at tú dugir væl at samstarvaog samskifta, og kann arbeiða sjálvstøðugt.

Vit bjóða eitt fjølbroytt og áhugavert lærupláss við stórumfakligum og persónligum avbjóðingum á einum nýggjum virki í støðugari menning.

Starvið

Starvsstaðurin er á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, og tú verðurpartur av søludeildini. Starvið verður lønt eftir sáttmála millumS&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband viðBoga Johannesen á tlf. 291681, teldupostur bojo@vardin.fo ella Allan Smedemark á tlf. 291695, teldupostur alsm@vardin.fo

Umsókn

Umsókn við cv og avrit av viðkomandi prógvum verða send til hr@vardin.fo. Freistin at søkja starvð er 15. mars 2019.

Facebook viðmerkingar