Viljið tær hoyra kvæðið mítt?

Fimleikahøllin í Tvøroyrar skúla, ið hevur verið undir umvæling eina tið og hevur fingið nýtt gólv, var í vikuni aftur karmur um føroyskan dans.

Á hvørjum ári um hesa tíðina er kvøðing og føroyskur dansur á skránni í skúlanum.

Í gjár ljóðaðu Veturin kom við kulda og kava, Burtur á heiði, Kall og Svein ungi og brot úr Orminum Langa og Flóvin Bænadiktson. 

Facebook viðmerkingar